www.faroe-islands.de
Das Forum für Freunde der Färöer-Inseln
Von
Es ist Samstag, der 30. Mai 2020 8.31 Uhr     (41.07 % von 2020)

Diskussionsforum Färöer Foren-Übersicht Diskussionsforum Färöer
Der deutschsprachige Treffpunkt für Freunde der Färöer-Inseln
 
 FAQFAQ   SuchenSuchen   MitgliederlisteMitgliederliste   BenutzergruppenBenutzergruppen   RegistrierenRegistrieren 
 ProfilProfil   Einloggen, um private Nachrichten zu lesenEinloggen, um private Nachrichten zu lesen   LoginLogin 

Barnakonur kunnu óttaleysar eta grind

 
Neues Thema eröffnen   Neue Antwort erstellen    Diskussionsforum Färöer Foren-Übersicht -> Diskussion på de nordiske sprog om Fęrųerne
Vorheriges Thema anzeigen :: Nächstes Thema anzeigen  
Autor Nachricht
George



Anmeldedatum: 16.12.2007
Beiträge: 1188
Wohnort: Deutschland, Nähe Hannover

BeitragVerfasst am: 18.05.2011 05:18    Titel: Barnakonur kunnu óttaleysar eta grind Antworten mit Zitat

Barnakonur kunnu óttaleysar eta grind
Lesarin skrivar >>

Vit hoyra sjįlvdan um hvussu nógv vit óttaleyst kunnu eta av grind. Vit hoyra heldur lķtiš um, hvat sikkurheitsfaktorar – forsiktigheitsprinsipp o.s.fr. er.

Um gingiš veršur eftir tilmęlunum frį FAO/WHO og EPA er vert at hava ķ huga, at tey hava sett markiš langt nišanfyri har mųguligur vandi kann verša. EPA setti markiš til ein tķggjundapart av tķ višri, har įvķsir granskarar hildu seg sķggja nakaš av įrini av kyksilvuri. Ein sokallašur sikkurheitsfaktor 10. FAO/WHO hevur sikkurheitsfaktor 6,4.

Hetta vil siga, at brśkar tś tilmęliš frį EPA so kanst tś ķ veruleikanum eta 10 feršir meira įšrenn tś kemur til taš markiš har įvķsir granskarar hava mett nakaš av įrini.

Vit tosa her um eitt sera vęlkannaš evni sum eitur kyksilvur. Og orsųkin er, at taš hava veriš nakrar kyksilvurvanlukkur ķ heiminum sum hava sett ķgongd eina heimsumfatandi kanning.

Av teimum 200.000 ymisku kemikalium sum vit eru ķ vanda at fįa ķ okkum eru taš, so vķtt eg veit, bert eini 6 – 8 sum eru gjųllaš kannaš og millum hesi 6 – 8 er kyksilvur nokk taš sum er best kannaš. So her eru vit į tryggari grund. Her vita vit hvussu nógv skal til og her eru vit fųr fyri, at seta mark.

Men sum sagt, so eru vit annars į herrens mark og hvųrt įr koma fleiri hundraš nżggj kemikaliir, sum als ikki eru kannaši fyri mannaįrin.

Tį taš kemur til kyksilvur er eisini vert at hava ķ huga, at markiš er sett fyri at verja bųrn ķ móšurlķvi. Vit vaksnu tola nokk eini 20 feršir so nógv sum barniš ķ móšurlķvi.

Um “forsiktigheitsprinsippiš” og harav beinharša kyksilvurmarkiš veršur hildiš, kann roknast śt, hvussu nógva grind barnakonur óttaleyst kunnu eta.

Śtrokningarnar kunnu verša eitt sindur torfųrar, so her er hvussu eg havi gjųrt:

Markiš hjį EPA OfD = 0,0001 mg MetHg/kg kroppsvekt og dag, svarandi til 0,1 mikrogram MetHg/kg kroppsvekt og dag, ella 0,007 mg MetHg/dag (um tś vigar 70 kg). Um tś so sigur at kyksilvir innihaldiš ķ tvųst er 1.6 mg/kg (taš kunnu vit sikkurt, tķ markiš er sett fyri MetHg og vit mįta altķš samlaš Hg), merkir taš at tś kanst eta 4 gram av tvųst um dagin, ella 1,6 kg um įriš.

Nżtir tś ķstašin markiš hjį FAO-WHO, sum var sett til 0.0016 mg MetHg/kg kroppsvekt ķ vikuna ķ 2003, so kanst tś eta (um 70 kg) 70 gram av tvųst um vikuna ella 3,6 kg um įriš.

Meta vit, at 70 – 80% av tķ kyksilvur sum vit fįa ķ okkum kemur frį grind so veršur markiš hjį gravidum kvinnum įvķkavist 1,2 kg og 2,7 kg. Eg geri hetta fyri at taka samlaša kyksilvurinntųkuna. Taš er jś ikki bert ķ grind at kyksilvur finnst. Kyksilvur er eisini ķ ųšrum mati.

Um vit seta, at ein vanligur grindadųgverši hjį eini gravidari kvinnu hevur 100 gr grind so veršur taš til įvikavķst 12 og 27 dųgveršar įrliga. Taš vil siga, at gravida konan tryggt kann eta millum 12 og 27 grindadųgveršar įrliga uttan at óttast nakaš įrin į barniš ķ heila tikiš. Og so hevur hon eisini fylgt EPA, FAO, WHO ķroknaš sikkurheitsfaktorunum. Harafturat er so eisini tikin hędd fyri, at kyksilvur kann koma frį ašrari sķšu.

Um nś gravida kvinnan hevur hug at fįa sęr grindadųgveršar upp til taš markiš har įvķsir granskarar hava mett nakaš av įrini į barninum so verša taš 120 dųgveršar įrliga ella 2 – 3 feršir um vikuna.

Vit vaksnu kunna eta grind dagliga. Og vit kunnu gera taš trygt av tķ, at hetta er heimsins best kannaši matur.

Hvat vit annars trżsta inn ķ annlitiš er so upp til ein og hvųnn at meta um, tķ matur annars er lķtiš kannašur.

Jįkup Petersen
Vįgaportalurin 17.5.2011
_________________
"es ischt beweglich rund um die färörer herrrum"

"Bundin er bįtleysur mašur"
"Bound is a man who has no boat"
Nach oben
Benutzer-Profile anzeigen Private Nachricht senden
Beiträge der letzten Zeit anzeigen:   
Neues Thema eröffnen   Neue Antwort erstellen    Diskussionsforum Färöer Foren-Übersicht -> Diskussion på de nordiske sprog om Fęrųerne Alle Zeiten sind GMT
Seite 1 von 1

 
Gehe zu:  
Du kannst keine Beiträge in dieses Forum schreiben.
Du kannst auf Beiträge in diesem Forum nicht antworten.
Du kannst deine Beiträge in diesem Forum nicht bearbeiten.
Du kannst deine Beiträge in diesem Forum nicht löschen.
Du kannst an Umfragen in diesem Forum nicht mitmachen.


Powered by phpBB © 2001, 2005 phpBB Group
Deutsche Übersetzung von phpBB2.de